Jól í Norðurlondum


Tey flestu verða spent, tá tey hoyra orðið "jól". Hiti, hugni og samvera. Einsemi, sorg og ein kensla av at vera uttanfyri. Vætturin, jólamatur og gávur. Sjálvt orðið "jól" stavar frá norrøna orðinum "jól", sum var heitið á tí stóru, norðurlendsku hávetursveitsluni fyri at halda vetursólstøðu. Gomul fólkatrúgv vil verða við, at ikki verðsligar verur vaknaðu til lívs jólakvøld, meðan tað í kristnari trúgv er bundið saman við Jesu føðing. Kanska er tað hetta gátuføra og allar tær ymsu væntanirnar, sum gera jólini til eitt spennandi evni í bókmentunum? Tí uttan mun til um vit halda jól ella ikki, er onki sum vanligt í Norðurlondum, tá í kalendarin nærkast endanum av desember.

Error loading MacroEngine script (file: headerScript.cshtml)